Føroyskt stand-up til føroyingar
Jákup Dahl royndi seg fyri nøkrum árum síðani við einrøðuleikinum “Verjurøða Holubúgvans”. Leikurin snúði seg serliga um, hví menn og kvinnur eru so ymisk.
Nú hevur Jákup skrivað egið tilfar til eina sokallaða stand-up sýning, sum hann fer at ferðast kring Føroyar við.
Í ein góðan tíma fer Jákup at speireka um støður úr egnum lívi og eisini um alt tað løgna, sum hendir, tá føroyingar hittast.
5. oktobur verður frumframførslan í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og 12. oktobur verður framførslan í Sjónleikarhúsinum.