“Krákurnar” – áhugasjónleikarabólkur
Dagur:
juni 6
Tíðspunkt:
18:00 - 20:00
“Krákurnar” kallast ein bólkur av áhugaleikarum, sum vanliga hittist hósdagar.
Tú, sum lesir hetta og hevur áhuga fyri sjónleiki, er vælkomin í Sjónleikarhúsið at heilsa uppá tey og fyri at vita meir.
Onkuntíð royna tey seg við sjónleikaspølum og onkuntíð lesa tey eitt leikrit.
Onkuntíð verður bara tosað um leyst og fast, og onkuntíð kemur onkur við einum góðum hugskoti.
Øll eru vælkomin og tað ert tú eisini 🙂