Verkstovur í Commedia dell’arte
Dagur:
september 14
Tíðspunkt:
12:00 - 16:00
Maskusjónleikur og clowning við
Torbjörn Alström
Torbjörn er útbúgvin á Dell’arte International school í USA. Hann hevur arbeitt sum maskumakari, við maskusjónleiki og clowning í 35 ár. Hevur undirvíst í nógv ár, m.a. á kenda háskúlanum Kungälv.
Á verkstovunum fara vit at arbeiða við grundvenjingum í maskuleiki og clowning, so vit fáa eina fatan av, hvussu hesin teaturformurin fungerar. Vit fara at spæla okkum við hugskotini, sum spretta úr verkstovunum, improvisera og royna tey av í samband við leikritið og finna fram til, hvussu vit kunnu brúka tey í leikinum “Dreymaleikur”. Og fyrst og fremst fara vit at stuttleika okkum!
Verð í klæðum sum eru góð at røra seg í.
Verkstovurnar verða í høllini í Finsen:
14.sept, kl.12 – 16 og 15.sept. kl.14 – 18
21.og 22.sept kl.14 – 18