Ein Dreymaleikur – kl. 19:30

Dagur:
februar 13
Tíðspunkt:
19:30 - 21:00

Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag framføra ‘Dreymaleik’ eftir August Strindberg í Sjónleikarhúsinum.

Uppsetingin er eitt samstarv millum Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag; í eini stuttligari samanrenning av sjónleiki, tónleiki, dansi og sangi sleppa bæði yrkisleikarar og áhugaleikarar at villast og droyma seg burtur í tí øra, tí absurda og tí gerandisliga, og fáa gand burturúr skaldaverkinum hjá heimskenda svenska høvundanum. Áskoðarin kann vænta sær bæði at kenna seg aftur og droyma seg burtur í annan heim.

Ein Dreymaleikur - kl. 19:30