Maskusjónleikur og clowning við Torbjörn Alström

Torbjörn er útbúgvin á Dellaárte International school í USA.
Hann hevur arbeitt sum maskumakari, við maskusjónleiki og clowning í 35 ár og hevur undirvíst í
nógv ár, m.a. á kenda fólkaháskúlanum Kungälv.
Á verkstovunum verður arbeitt við grundvenjingum í maskuleiki og clowning, har tað verður spælt og improviserað við hugskotum, sum spretta úr verkstovunum. Síðan verður hetta roynt í sambandi við leikritið “Dreymaleikur” hjá August Strindberg, har málið verður at finna fram til, hvussu tað kann brúkast til uppseting av leikinum í februar 2025.
Men fyrst og fremst er tað fyri at royna seg og stuttleika sær!
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Havnar Sjónleikarfelag á [email protected]

Verkstovurnar verða í høllini í Finsen:
14. sep. kl.12 – 16 og 15. sep. kl.14 – 18 og
21. og 22. sep kl.14 – 18