Lógin

1. 
Navn felagsins er Havnar Sjónleikarfelag. 

2. 
Endamál felagsins er at framføra sjónleikir og skipa fyri útbúgving av fólki til frama fyri leiklistini á heimligum støði. At savna felagslimirnar til hugnaligar samkomur, veitslur og onnur tiltøk. Ungdómsarbeiði er ein fastur táttur í felagnum. 

3. 
Felagið er sjálveigandi stovnur. 

4. 
Limur í felagnum kann gerast hvør tann, sum hevur áhuga fyri felagsarbeiðnum og tekur undir við endamálsgreinini og lógum felagsins. Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum eftir tilmæli frá nevndini. Limafundur verður hildin, tá nevndin ella tíggju limir biða um tað, og annars tá tørvur er á. 

5. 
Atkvøðurætt hava allir limir, sum hava fylt 16 ár, og hava goldið limagjaldið fyri seinasta árið. 

6. 
Aðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum felagsmálum. Hann verður hildin hvørt ár í apríl mánaði, og verður lýstur 4 vikur frammanundan í bløðunum ella í skrivi til limirnar. Atkvøðurætt hava allir limir sambært grein 5 í lógini. Limur skal vera fyltur 18 ár fyri at verða valdur í nevnd. 

7. 
Á aðalfundi verður havt til viðgerðar: 
1. Val av fundarstjóra og skrivara 
2. Frágreiðing frá nevndini 
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar 
4. Val av limum í stjórn 
5. Val av tiltakslimum 
6. Val av einum ríkisviðurkendum grannskoðara 
7. Innkomin mál 
8. Ymiskt 

8. 
Uppskot um val av stjórnarlimum skulu vera felagnum í hendi 7 dagar fyri aðalfund. Uppskot til innkomin mál skulu vera nevndini í hendi 7 dagar fyri aðalfund. 

9. 
Stjórnin er ein 5-mannanevnd og verða valdir annaðhvørt ár tveir og annaðhvørt tríggir limir, sum fara frá, men kunnu veljast aftur. Tveir tiltakslimir verða valdir fyri eitt ár. Stjórnarliminir velja sínámillum formann og býta annars arbeiðið ímillum sín. 

10. 
Nevndin hevur ábyrgd av rakstri felagsins, og til at útinna hetta hevur nevndin rætt at seta starvsfólk og arbeiðsnevndir til ávís endamál og skipa fyri reglugerð fyri dagliga virki felagsins. 

11. 
Roknskaparárið er kalendaraárið. Roknskapurin skal innan 1. mars verða sendur til grannskoðan. Skal felagið verða bundið av keypum til nýtslu í húsum, ella øðrum útreiðslum, má umbønarseðil, undirskrivaður av stjórnarlimi, nýtast. 

12. 
Liminir í felagnum svara ikki fyri peningaskyldur felagsins uttan við ognum tess. 

13. 
Til at keypa, selja ella veðseta fastar ognir, krevst undirskift frá øllum stjórnarlimunum og aðalfundarsamtykt. Til gjaldingar í dagligum rakstri krevst bert undirskrift frá formanni ella øðrum nevndarlimi í hansara stað, og felagsins bókhaldara/kassameistara. 

14. 
Stk. 1. Hesar lógir kunnu ikki broytast uttan á vanligum aðalfundi, sbr. tó stk, 2 í hesi grein. Til tess at broyta lóginar krevst, at lógarbroytingin er sett á dagsskrá, at broytingaruppskot hevur ligið frammi hjá nevndini í 14 dagar, at í minsta lagi helvtin av limunum eru komnir á fund, og at tveir triðingar eru fyri broyting. 
Stk. 2. Um ikki nóg mangir limir eru komnir á aðalfundin, kann nevndin innan ein mánaða lýsa til eykaaðalfundar, á frammanundan nevnda hátt og kann tá broytingin verða samtykt, um tveir triðingar av teimum møttu eru fyri. 

15. 
Eykaaðalfundur um onnur felagsmál skal haldast, tá ein fjórðingur av felagslimunum krevja tað skrivliga. 

16. 
Felagið kann ikki selja Sjónleikarhúsið uttan so er, at tann peningur, sum kemur inn við søluna verður nýttur til bygging av nýggjum, meira tíðarhóskandi húsi til sama endamál. Um felagið minkar so langt niður í limatali, at samtykt verður at slíta felagið, kann húsið verða selt og sølupeningurin saman við møguligari aðrari ogn felagsins nýtast til annað mentunarligt endamál í samráð við Tórshavnar Býráð. 

17. 
Til at slíta felagið krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av limunum eru komnir á fund, og at tríggir fjórðingar samtykkja at slíta felagið. 


Soleiðis samtykt á aðalfundi í apríl 1998. 

Heðin Mortensen, form. 
Jákup Olsen 
Jytte Joensen 
Birita Krossteig 
Oddvá Nattestad