Leiga høli

Send tín fyrispurning um at leiga høli frá okkum.


    Vel slag av tiltak
    Er tiltakið ætla øllum?

    Reglugerð fyri leigu av hølum Havnar Sjónleikarfelags

    • Tann ella tey, sum leiga høli frá Havnar Sjónleikarfelagi, skal/skulu vísa á eitt ábyrgdarfólk, ið heftir persónliga, um nakar skaði hendir nøkrum av ognum felagsins.
    • Vit leiga ikki hølið út til endaveitslur e.t.
    • Húsini eiga at latast aftur í sama standi, sum tey vóru fingin í.
    • Upprudding eigur at vera liðug áðrenn middag dagin eftir. 
      Havnar Sjónleikarfelag vaskar aftaná, men um annað er at taka upp, verður rokning send leigaranum fyri hetta.

    Despositum á 50% av leiguupphæddini skal flytast á konto 9181-140.156.6 áðrenn lykilin verður útflýggjaður.

    Við í leiguni:

    • Borð og stólar.
    • Bestikk, gløs, termokannir, kaffimaskina og annað sum krevst til eitt borðhald/veitslu.
    • 2 mikrofonir og hátalarar. Hettar er til borðstjóran og at nýta til talir o.a.
    • Vanlig reingerð. Her verður hugsa um at vaska gólv, vesir og líknandi. Tað vil siga vanlig reingerð.

    Ikki við í leiguni:

    • Ljósútgerð, ljóðútgerð, lørift og videokanón, dúkar

    Treytir:

    Leigarin sleppur inn dagin fyri veitsluna, og húsið skal latast aftur dagin eftir veitsluna í seinasta lagi kl. 12.00, ella eftir nærri avtalu við útleigara.

    Húsið skal latast aftur í sama standi sum tað var áðrenn. Av tí at vanlig reingerð er við í prísinum, skal leigarin syrgja fyri at til ber at vaska húsið dagin eftir veitsluna. Við í reingerðini er ikki at turka spýggju upp, vaska upp, burturbeina burturkast, fløskur og líknandi.

    Tað er strangliga bannað at broyta nakað inni í húsinum, skrúva, smíða, um-møblerað og líknandi.

    Brot á hesar treytir viðføra, at depositumið minkar, og í summum førum fellir burtur.