“Ikki eitt orð um pengar” í Sjónleikarhúsinum 9. novembur.
Tvær eldri ógiftar systrar hava júst arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta tær eiga. Eisini leiga tær fyrrverandi fanganum Brestir eitt kamar og royna at hjálpa honum á rættkjøl. Knappliga koma tær fram á eitt ógvuliga stórt bunti av pengum. Kanska hevði Harry bróður ikki heilt reint mjøl í posanum… Men skal hjálpin steðga her? Hvat kundu tær ikki útint?
“Ikki eitt orð um pengar” er ein farsa av tí góða gamla slagnum. Komið og upplivið hendan skemtileikin við 8 væluppløgdum áhugaleikarum í flottasta húsinum í býnum. Frumframførslan verður leygardagin 9. novembur og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.