Aðalfundur og nýggj nevnd

Havnar Sjónleikarfelag hevur sum vant aðalfund í nánd av flaggdegnum, og í ár varð hann settur á sjálvum flaggdegnum. Nevndarval var eisini, og tveir nýggir limir skuldu veljast. Fyri vali stóðu Hanna Flóvinsdóttir og Rói Næs, sum hvørgin stillaði uppaftur.

Nýggju nevndarliminir vórðu Vígdis Tindskarð Klein, ið áður hevur sitið sum tiltakslimur, og Eir í Ólavsstovu.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Jákup Dahl Wardum, formaður, Hjálmar Dam, næstformaður, Christa R. Weihe, skrivari, Vígdis Tindskarð Klein, nevndarlimur, Eir í Ólavsstovu, nevndarlimur, Birgir Djurhuus, tiltakslimur og kassameistari og Beinta Flóvinsdóttir, tiltakslimur.

Vit takka fráfarandi forkvinnuni, Honnu Flóvinsdóttir, og nevndarliminum, Róa Næs, fyri teirra drúgva arbeiðið seinastu mongu árini. 

Myndin frá vinstru Birgir Djurhuus, Vígdis Tindskarð Klein, Christa R. Weihe, Jákup Dahl Wardum, Hjálmar Dam, Eir í Ólavsstovu og Beinta Flóvinsdóttir