Leikhúsjól – ”Millum skins og hold” í Sjónleikarhúsinum.
Í jólaleikinum í ár, noyðast vættrasystrarnar Gladiola og Gifla at flyta heimanfrá, tí arbeiðsmenninir bora og oyðileggja alt við fjarhitarørum. Tær mugu flýggja millum skins og hold, men har er longu onkur annar fluttur inn… Hvat skulu vættrar so gera? Tær skulu gera tað sum tær duga allarbest – arga!
Millum skins og hold er fittur og sera skemtiligur jólaleikur fyri alla familjuna. Frumframførslan var fyri fullum húsum sunnudagin 10.desembur, og sýningar verða til 19.desembur. Atgongumerki kosta kr 75, og kunnu keypast á atgongumerki.fo